Landsstýrið hevur hert avmarkandi tiltøkini móti Russlandi. Hetta verður gjørt við at víðka avmarkingarnar fyri atgongdina hjá russiskum fiskiskipum til føroyskar havnir.
Tað ber í sær, at havnirnar verða stongdar fyri øllum virksemi, sum er uttanfyri fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland. Harvið verða tað bara fiskiskip við ørindum, ið eru beinleiðis knýtt at virksemi í føroyskum sjógvi, sum sleppa í føroyska havn.
Meðan tey eru í føroyskari havn kunnu hesi fiskiskip um- og uppskipa, umframt at tey kunnu proviantera, skifta og bunkra í Føroyum.
Í hesum sambandi eru broytingar lýstar í kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina.
Broytingarnar í kunngerðini koma í gildið 12. juli 2023.