Verkætlanarleiðarar fyri heilsuverkætlan í danska fólkaskúlanum á vitjan
Børge Koch, ið er stjóri fyri Vitanardepilin fyri heilsufremjing og fyri Vitanardepilin KOSMOS hevur saman við Anders Flaskager, lektara, og Claus Ottesen, lektara, vitjað í Mentamálaráðnum, har teir m.a. greiddu frá verkætlanini "Aktiv rundt i Danmark" og øðrum heilsuátøkum og granskingarverkætlanum, sum Vitanardepilin skipar fyri.
Verkætlanin "Aktiv rundt i Danmark" er størsta heilsuátak fyri fólkaskúlanæmingar frá 0 til 10. flokk og er skipað við atliti at ymsu aldursbólkunum, innskúling, miðdeild og framhaldsdeild. Innihaldið fatar um bæði rørslu, matarvanar og svøvn. Føroyskir skúlar hava møguleika at luttaka og fáa tilfar og kunning ókeypis at nýta í samsvarandi átaki í Føroyum, "Virkin runt í Føroyum".
Til ber at lesa meira um verkætlanina á heimasíðuni, www.aktivrundti.dk og um arbeiðið hjá Vitanardeplinum fyri heilsufremjing og vitanardeplinum KOSMOS á heimasíðuni, www.ucsyd.dk.