Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í dag havt ávegis ráðførslu við løgtingsins uttanlandsnevnd í sambandi við verjusemju millum flokkarnar á Fólkatingi um Arktis og Norðuratlantshav.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur ikki tikið beinleiðis lut í samráðingunum millum flokkarnar á Fólkatingi, men hevur samskift við donsku stjórnina um tey viðurskifti, ið hava týdning fyri Føroyar.
Landsstýrið og danska stjórnin hava frá byrjan verið samd um, at trygdar- og verjumál verða viðgjørd á stjórnarstigi millum Føroyar og Danmark, og at landsstýrið samskiftir við Løgtingið umvegis uttanlandsnevndina um trygdar- og verjumál.
Landsstýrið hevur í samráðingum við donsku stjórnina tikið støði í einmælt samtykta trygdarpolitikkinum, sum millum annað fevnir um, at Føroyar skulu virka fyri friði og støðufesti og samstarva við sameind og NATO um trygd og verju í norðurhøvum.
«Føroysku samráðingarnar við donsku stjórnina um trygdar- og verjumál eru liður í at tryggja, at Føroyar taka egna ábyrgd og hava ein virknan leiklut í trygdar- og verjupolitikki, ið skal útinnast í neyvum samstarvi við okkara grannalond og sameindu. Tað hevur týdning í eini tíð, har broytingarnar á heimspolitiska pallinum henda skjótt, at føroyskir myndugleikar taka lut í átøkum, sum eru við til at tryggja frið og støðufesti í einum alsamt óvissari heimi,» sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Ein uppfylgjandi semja verður væntandi gjørd seinni í vár. Uttanríkis- og vinnumálaráðið og danska verjumálaráðið eru í samskifti hesum viðvíkjandi.
Flestu viðurskifti í semjuni viðvíkja ætlanum um raðfestingar í Grønlandi, men ávís viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, eru eisini við. Harumframt er eitt fylgiskjal um samstarv millum Føroyar og Danmark á verjuøkinum.
- Semja er millum donsku stjórnina og landsstýrið um, at Føroyar skulu taka beinleiðis lut í viðkomandi verjupolitiskum átøkum, bæði á politiskum-strategiskum stigi og á operativum stigi, t.d. viðkomandi fundum og venjingum í NATO-høpi.
- Danmark setur til samans 50 mió. av komandi 8 árini til møguligar íløgur í felags ætlanir, ið tæna bæði hernaðarligum og sivilum endamálum. Hvørjar ætlanir, talan verður um, verður avrátt nærri, undir hesum eisini, um fíggingarleist, t.d. felags íløgur og rakstur.
- Størri samstarv millum viðkomandi danskar og føroyskar myndugleikar um viðkomandi verjumál, t.d. á fregnarøkinum, innan gransking, tilbúgving, eftirlit, fylgissveinaeftirlit, o.a.
- Dentur er á, at føroyskar fyritøkur skulu hava møguleika at útinna uppgávur í sambandi við íverksetan av semjuni.
- Nevnt er, at Føroyar, Grønland, Danmark og møguliga onnur fara undir at kanna møguleikarnar fyri at leggja nýggjan samskiftiskaðal.
- Dentur á týdninginum av samstarvi við Vørn í sambandi við virksemi hjá donsku sjóverjuni við í føroyskum sjógvi.
Talan er um ein drúgvan tíðarkarm fyri íverksetan av átøkunum í semjuni, men ætlanin er at virka fyri, at tey viðurskifti, sum viðvíkja føroyskum myndugleikum, t.d. luttøka í samstørvum, verða útint skjótt. Tá ið møgulig átøk skulu fremjast, skulu málini viðgerast í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum og um neyðugt leggjast fyri Løgtingið til avgerðar.