Samgongan millum Javnaðarflokkin, Framsókn og Tjóðveldi hevur sett sær fyri at seta í verk skipaða vaksnamannaútbúgving í Føroyum.
Í samgonguskjalinum verður sagt, at neyðugir tættir í einari skipaðari vaksnamannaútbúgving eru lívslong vegleiðing og førleikameting eins og ymisk sløg av førleikamenning og eftirútbúgving.
Mentamálaráðið, Almannamálaráðið og Samferðslumálaráðið varða av teimum ymisku skipanunum, ið eru galdandi innan útbúgving, almannaverk og arbeiðsmarknað. Tey eru nú í felag farin undir at greina møguleikarnar at fáa í lag breitt samstarv um skipaða vaksnamannaútbúgving í Føroyum.
Vaksnamannaútbúgving hevur ein týðandi leiklut fyri arbeiðsmarknaðin og trivnaðin hjá landsins borgarum, tá ið talan er um møguleikan at velja starvsøki ella arbeiði, tá ið landsins tilkomnu borgarar skulu menna sínar førleikar, og tá talan er um at nøkta tann økta og broytta tørvin á væl og viðkomandi útbúnum fólki, ið hava teir røttu førleikarnar.
Í londunum rundan um okkum hevur skipað vaksnamannaútbúgving verið roynd við góðum úrsliti í mong ár. Somuleiðis hava grannalondini skipanir á hesum øki, ið varða av teimum við skerdum førleikum, teimum, sum eru í vanda fyri at missa sítt tilknýti til arbeiðsmarknaðin, umframt teimum, ið nýliga eru flutt til landið og hava eina aðra mentanarliga bakgrund og aðrar fakligar avbjóðingar at stríðast við.
Miðað verður ímóti, at uppskot um yvirskipaðu karmarnar fyri einari vaksnamannaútbúgving og møguligum arbeiðsmarknaðardepli skal verða klárt at leggja fyri landsstýrið seinni í ár.