Hátíðardámur var á Gørðunum í Vági, tá mentanarvirðislønir landsins vóru handaðar í gjárkvøldið. Tróndur Patursson, listamaður, fekk Mentanarvirðisløn Landsins, Trygvi Danielsen, yrkjari, fekk Virðisløn til ungt listafólk og Árni Dahl, lærari og bókmentafrøðingur, fekk Heiðursgávu Landsins.
Hugtakandi umhvørvið kring Stóra Pakkhús og Ruth Smith savnið í Vági var hugnaligi karmurin um tiktakið, og vágbingar høvdu gjørt nógv burturúr, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, í ár hevði gjørt av, at handanin skuldi fara fram í Vági á føðingardegi William Heinesens, tann 15. januar. Faklar vóru fram við vegnum og grindabátarnir stóðu flagskrýddir í túninum og tóku ímóti fólki. Eftir tiltakið var fýrverk, og síðan vóru øll boðin niðan á Ruth Smith savnið til ein drekkamunn.
Sannur hátíðardámur var í Stóra Pakkhúsi, sum var fullsett mikukvøldið. Kórið Ljómur legði fyri við sanginum ”Vit bera heiðurskvøðu”, og síðan vórðu mentanarvirðislønirnar handaðar.
Sum grundgeving fyri at lata Tróndi Patursson, listamanni, Mentanarvirðisløn Landsins segði landsstýrismaðurin millum annað: ” Við sínum ríku og fjølbroyttu verkum hevur tað eydnast listamanninum at fáa lív og ljós at renna saman, sama um tilfarið er úr pappíri, rekaviði, jarni ella glasi”.
Triðja árið á rað var eisini Virðisløn til ungt listafólk latin; hesaferð til yrkjaran, Trygva Danielsen. ” Við síni fyrstu bók, The Absent Silver King (2013), við undirheitinum Poems, short-stories and music, hevur Trygvi Danielsen sett tekstir saman í eini skaldablending, sum ikki hevur verið at sæð áður í føroyskum útgávum. Hetta er skaldskapur, ið einki leggur í, hvussu vit eru von at lesa skaldskap. Hetta er ungur skaldskapur, sum hevur skap, eins og nógvir tekstir hava á netinum, men hesir eru í bók”, segði Bjørn Kalsø millum annað sum grundgeving fyri at virðislønin var latin unga yrkjaranum.
Úr grundgevingini fyri at lata Árna Dahl, lærara og bókmentafrøðingi, Heiðursgávu landsins, las landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø: ”Sum ritstjóri, sum týðari og ikki minst sum útgevari hevur Árni Dahl átt sín virkna leiklut á føroyska bókmentapallinum seinastu mongu árini, her kunnu nevnast útgávur av skúlabókum, ítróttabókum, kvæðabókum og søgum um stovnar og feløg”.
Rói Patursson, Vár í Ólavsstovu og Niels Petur Nolsøe bóru virðislønarmóttakarunum kvøðu og umframt kórið Ljóm, spældi tónleikabólkurin The Absent Silver King eitt lag eftir Trygva Danielsen og Sumbiar Dansifelag kvóð at enda Frísa Kvæði.
”Eg eri fegin um, at vit í ár gjørdu av at handa mentanarvirðislønir landsins í Vági. Eg haldi, at tiltakið var sera væleydnað, og blíðskapurin í Vági hevur verið stórur”, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.