09.02.2015 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Vagn Foldbo er settur sum skúlastjóri við samanlagda skúla í Klaksvík

Vagn Foldbo er settur sum skúlastjóri við samanlagda skúla í Klaksvík

Løgmaður hevur í dag sett Vagn Foldbo í starv sum skúlastjóra við samanlagda skúlan í Klaksvík. Orsøkin, at tað er løgmaður, ið hevur sett starvið er, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, metti seg vera ógegnigan. Løgmaður valdi tí at taka sær av hesum máli.

Vagn Foldbo er 44 ára gamal og búsitandi í Leirvík. Hann hevur starvast sum skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla seinastu 5 ½  árini, og áðrenn tað sum fyrstilærari í Eiðis skúla í 6 ár. Vagn hevur tilsamans starvast í skúlaverkinum í skjótt 15 ár.

Vagn er útbúgvin fólkaskúlalærari frá Føroya Læraraskúla, og hevur seinni nomið sær útbúgving í etikki og virðum á masterstigi, tikið faklig skeið, umframt leiðslutbúgving og fleiri leiðsluskeið.

Til starvið komu níggju umsóknir.

Vagn tekur við starvinum so skjótt, sum til ber.

Løgmansskrivstovan