Mánadagin 7. mai 2012 skipa Vegleiðaranetverk NVLs og NVL (Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring) fyri ráðstevnu um skipan av lestrar- og yrkisvegleiðing. Ráðstevnan, ið hevur heitið: "Vegleiðing fyri øll - hvar sum helst, nær sum helst", verður í Læraraskúlahøllini, Frælsið 20, frá kl. 08.45 til 16.30. Sí viðfestu skrá.
Ráðstevnan verður fyriskipað í samband við, at norðurlendska Vegleiðaranetverkið hevur fund í Føroyum 6.-8. mai. Netverkið, ið er tvørsektorelt, fevnir bæði um granskarar, vegleiðarar, og fólk ið útbúgva vegleiðarar í grannalondum okkara. Serligur dentur verður lagdur á menning av vegleiðing í Føroyum, týdningin av útbúnum vegleiðarum, og vegleiðing í mun til førleikamenning og arbeiðsmarknaðin.
Málbólkur: Útbúgvingarstovnar, vegleiðarar á øllum útbúgvingarstigum, skúla- og stovnsleiðslur, partar á arbeiðsmarknaðinum, ALS, Almannastovan, myndugleikar (Landsstýri, løgtingslimir, Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið, Almannamálaráðið, kommunur, ið varða av útbúgvingum, v.m) og onnur áhugaði í vegleiðing.
Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding. Tilmelding fer fram við at senda ein t-post til elisabethh@setur.fo
Upplýs vinaliga: Navn, stovn / arbeiðsstað, starvsheiti og t-post.
Freistin at boða frá luttøku er hósdagin 3. mai.
Sí skránna her: Skrá_vegleiðing 07-05-12.pdf
Øll áhugað eru vælkomin!
Vinaliga vegna fyrireikararnar
Hanna Jensen, limur í norðurlendska vegleiðaranetverkinum og
Elisabeth Holm, NVL-kontaktpersónur