Mikudagin 31. august setti Rigmor Dam landsstýriskvinna í menta- og útbúgvingarmálum seminar um førleikameting innan yrkisútbúgvingar í Føroyum. Skeiðið er liður í arbeiðnum at fáa skipaða førleikameting fyri fólk, sum hava royndir og førleikar, men ikki hava prógv.
Í setanarrøðu síni segði landsstýrikvinnan m.a., at møguleikin at fáa viðurkent sínar førleikar fer at lata útbúgvingarhurðar upp fyri nógv fólk, sum annars ikki høvdu havt mót at flutt seg. Tey flestu ynskja eina útbúgving, men tað eru ikki øll, sum altíð síggja seg før fyri tí. Hóast førleikametingin ikki verður eitt útbúgvingarprógv, kann hon lata hurðar upp til útbúgvingar og prógv, sum annars bara vóru fjarir dreymar. Les setanarrøðuna hjá Rigmor Dam her.
Seminarið skal leggja lunnar undir at førleikamenna starvsfólk at taka sær av førleikameting í Føroyum. Tí vóru luttakararnir serliga fólk, ið varða av yrkisútbúgvingum, leiðslur, undirvísarar og vegleiðarar, umframt fakfelagsumboð og umboð fyri vinnuna við tilknýti til lærlingaskipanina. At leggja lag á, hvussu førleikameting kann verða framd í verki, vóru komin Haukur Harðarson frá Fræðslumiðstöð Atvinnulífsins og Edda Jóhannesdóttir frá útbúgvingarsetrinum Iðan í Íslandi. Onnur, ið løgdu fram á seminarinum vóru Elisabeth Holm NVL samskipari í Føroyum, Deirdre Hansen vegleiðari á Fjarnámi í Klaksvík, John Dalsgarð samskipari av førleikametingini, Olav Absalonsen og Finn Jensen undirvísingarleiðarar á Glasi í Marknagili, Andrias Jacobsen lærari á timburdeildini á Glasi í Smiðjugerði og Eyðun Gaard leiðari á Yrkisdeplinum.
– Eitt tílíkt seminar er við til at leggja lunnar undir og tryggja ta fakligu dygdina í førleikametingini og sjálvari skipanini, sum bæði myndugleikar, útbúgvingarstovnar og partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu vera saman um at byggja, sigur John Dalsgarð samskipari í Yrkisdeplinum, ið tekur sær av at fyrireika íverksetingina av førleikametingini.
Næsta stig verður at førleikamenna vegleiðarar og førleikametarar at standa fyri førleikameting innan ávís yrkisøki, har tørvurin og eftirspurningurin eftir førleikameting er størstur, eitt nú innan handils- og skrivstovuyrkið.
Myndirnar eru frá seminarinum, ið varð hildið á Parnassinum á Hotel Hafnia og í Skeiðsstovuni hjá Námi við Hoyvíksevegin. Skráin fyri seminarið kann lesast her.