Væl eydnaður fundur millum landsstýriskvinnuna í útbúgvingar- og granskingarmálum og íslendska mentamálaráðharran
Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum og Lilja Døgg Alfreðsdóttir, menta- og útbúgvingarráðharri í Íslandi hittust í gjár á fundi í Reykjavík. Tær umrøddu serliga samstarv landanna millum innan máltøkni og málgransking.
Lilja Alfreðsdóttir sigur, at tað var sera áhugavert at hitta føroyska starvsfelagan, og tær høvdu ein ómetaliga góðan fund, har tær fingu viðgjørt ymisk hugskot um, hvussu londini bæði kundu menna samstarvið á økinum. Vit hava báðar stóran áhuga í málsligum spurningum og móðurmálunum báðum - íslendskum og føroyskum -, og Hanna Jensen hevði stóran áhuga í at hoyra um, hvussu íslendskir myndugleikar t.d. hava arbeitt við spurninginum um málmenningina hjá børnum, nú tøknin broytist so nógv.
Á fundinum tosaðu ráðharrarnir báðir eitt nú um altingssamtyktina, sum Altingið samtykti í vár um at styrkja íslendska málið sum almenna málið í Íslandi, eins og tær viðgjørdu verkætlanina um íslendska máltøkni, sum nú verður arbeitt við. Á fundinum var eisini gjørt av, at londini bæði skuldu gera eina samstarvsavtalu um verkætlanir innan máltøkni.
Altingið samtykti eisini herfyri eina altingissamtykt um samstarv millum londini í útnorðri, Ísland, Føroyar og Grønland, um hvussu londini kundu samstarva um at flyta tey trý móðurmálini inn í talgilda heimin. Uppskot er um, at skipaður verður ein arbeiðsbólkur við umboðum úr øllum trimum londunum, sum fær til uppgávu at skriva eitt álit um støðuna og framtíðarvánirnar hjá teimum trimum málunum, eins og at gera eina greining av, hvør støðan er viðvíkjandi máltøkni hjá hvørjum máli sær.
Ráðharrarnir tosaðu eisini um framhaldandi samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands um útbúgving innan Lestrar- og Yrkisvegleiðing og um møguleikarnar í at kunna um, vegleiða til, og marknaðarføra yrkis-og tøkniútbúgvingar, sum føroyskir útbúgvingarmyndugleikar arbeiða við, í tøttum samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Á vitjanini í Íslandi tók Hanna Jensen eisini lut í altjóða lærubókaráðstevnu, sum íslendska mentanálaráðið skipaði fyri saman við øðrum pørtum.
Myndir: Hanna Jensen og Lilja Døgg Alfreðsdóttir