28.06.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið søkir eftir tveimum deildarstjórum, einum til Uttanríkistænastuna og einum til Vinnudeildina

Uttanríkis- og vinnumálaráðið søkir eftir tveimum deildarstjórum, einum til Uttanríkistænastuna og einum til Vinnudeildina

Uttanríkistænastan

Starvið

Deildarstjórin leiðir arbeiðið í Uttanríkistænastuni. 

Uttanríkistænastan stendur fyri og skipar uttanríkispolitiska arbeiði landsstýrisins, herímillum handilsviðurskifti, trygdar- og verjumál, altjóða lóg, havrætt, umsiting av altjóða sáttmálum, m.a. viðvíkjandi mannarættindum, millumlandasamstarvi um havtilfeingi og burðardygga menning, norðurlendskt og arktiskt samstarv, útflutningsframa og konsularviðurskifti.

Eisini varðar Uttanríkistænastan av limaskapum í fleir- og millumtjóðafelagsskapum sum IMO, FAO, UNESCO og WHO, umframt veiðifelagsskapum sum NEAFC, NAFO, SPRFMO, NASCO, IWC og NAMMCO. 

Uttanríkistænastan veitir harumframt øðrum aðalráðum stuðul í altjóðarættarligum málum og protokollmálum. 

Umframt at leiða arbeiðið í heimatænastuni skipar deildarstjórin arbeiðið mótvegis sendistovum Føroya í Keypmannahavn, Brússel, London, Reykjavík, Moskva, Beijing, Tel Aviv og Washington.

Deildarstjórin er partur av leiðslutoyminum í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.


Førleikakrøv

Kravt verður, at umsøkjari hevur:

•    Kandidatútbúgving frá hægri lærustovni í løgfrøði, búskaparfrøði, samfelagsfrøði ella aðrari eins viðkomandi útbúgving
•    Gott innlit í uttanríkisviðurskifti Føroya
•    Góðan leiðsluførleika og ein týðiligan og fevnandi leiðslustíl 


Persónlig førleikakrøv

Umráðandi er, at tann, ið settur verður:

•    hevur góð leiðslu- og samstarvsevni
•    hevur mennandi leiðslustíl
•    hevur viðkomandi arbeiðs- og leiðsluroyndir
•    hevur gott strategiskt skil og evni at skipa tilgongdir, ið kunnu taka drúgva tíð
•    hevur politiskt tev
•    hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga í føroyskum, donskum og enskum
•    hevur royndir við altjóða samráðingum
•    er tænastusinnað/ur, fleksibul, miðvís/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Tað kann vera ein fyrimunur, um viðkomandi hevur royndir frá almennari fyrisiting, royndir við diplomatiskum arbeiði, t.d. staðið á odda fyri millumtjóðasamráðingum, verið sendifólk ella líknandi.

 

Vinnudeildin

Starvið

Deildarstjórin leiðir arbeiðið á Vinnudeildini, sum m.a. fevnir um alimál, ferðavinnu, handilsmál, kappingarmál, jarðfrøði, oljumál, samskiftismál, sjóvinnumál, vitaverk, skapandi vinnur, tryggingarmál, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál.

Vinnudeildin fyrireikar, fremur og hevur eftirlit við vinnumálum, sum sambært málsøkjabýti løgmans eru løgd til landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum. 

Seinnu árini eru politikkir fyri úrvaldar vinnugeirar settir í verk. Í næstum verður farið undir at dagføra vinnupolitikkin í síni heild, og  deildarstjórin fer at standa fyri hesum arbeiðinum. 

Deildarstjórin hevur tætt samband við stovnar og feløg, sum hoyra til Uttanríkis- og vinnumálaráðið. Hesi eru Vinnustovnurin, Brúkaraumboðið, Heilsufrøðiliga starvsstovan, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrið, Búnaðarstovan, Filmshúsið, Tónleikaútflutningsstovan, P/F Fiskaaling og P/F Visit Faroe Islands umframt Búnaðargrunnin, Framtak og Vinnuframa.

Deildarstjórin er partur av leiðslutoyminum í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.


Førleikakrøv

Kravt verður, at umsøkjari hevur:

•    Kandidatútbúgving frá hægri lærustovni í løgfrøði, búskaparfrøði ella aðrari eins viðkomandi útbúgving
•    Gott innlit í føroysk vinnuviðurskifti, vinnupolitikk og vinnulóggávu
•    Góðan leiðsluførleika, ein týðiligan og fevnandi leiðslustíl, undir hesum royndir á strategiskum stigi


Persónlig førleikakrøv

Umráðandi er, at tann, ið settur verður:

•    hevur góð leiðslu- og samstarvsevni
•    hevur mennandi leiðslustíl
•    hevur góðar førleikar at samskifta og motivera og at fáa starvsfólk við
•    hevur viðkomandi arbeiðs- og leiðsluroyndir
•    hevur gott strategiskt skil og dugir at seta strategisk arbeiði í verk
•    hevur góð evni at samskifta bæði munnliga og skrivliga í føroyskum, donskum og enskum
•    hevur politiskt tev
•    er tænastusinnað/ur, fleksibul, miðvís/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur leiðsluroyndir í almennari fyrisiting og góðan kunnleika á fakøkjunum, sum Vinnudeildin varðar av, og royndir at arbeiða við kompleksari lóggávu.


Løn og setanartreytir

Starvið sum deildarstjóri í Uttanríkistænastuni verður lønt í 38. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Tað er ein treyt, at viðkomandi sum verður settur í starv kann trygdargóðkennast sambært galdandi reglum. 

Starvið sum deildarstjóri á Vinnudeildini verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini og stovnar teirra. 

Roknast kann við, at arbeiðstíðin til tíðir fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.


Nærri kunning um størvini

Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Herálv Joensen, aðalstjóra, á telefon 556090 ella umvegis teldupost til heralvurj@uvmr.fo fyri at fáa nærri upplýsingar.


Umsóknarfreist

Umsóknir við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu vera Uttanríkis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 18. juli. Størvini verða sett skjótast møguligt.
Umsóknir skulu sendast uvmr@uvmr.fo og skulu merkjast “Starv sum deildarstjóri á Uttanríkistænastuni” ella “Starv sum deildarstjóri á Vinnudeildini”.

Um deildirnar

Uttanríkistænastan stendur fyri og skipar uttanríkispolitiska arbeiði landsstýrisins. Arbeiðsøkið fevnir um millumlandasamstarv, m.a. handilsviðurskifti, trygdarmál, havtilfeingi, økisbundið samstarv, heruppií norðurlendska og arktiska samstarvið, altjóðarætt, tjóðarbranding, útflutningsframa og protokoll- og konsularviðurskifti. Sendistovurnar í Brússel, London, Reykjavík, Keypmannahavn, Moskva, Tel Aviv, Beijing og Washington eru partur av Uttanríkistænastuni.

Vinnudeildin skal tryggja føroyskum vinnulívi góðar og stimbrandi karmar og hevur ábyrgdina av tí vinnuliga lógarverkinum. Millum virkisøkini hjá Vinnudeildini eru alivinna, sjóvinna, ferðavinna, loftferðsla, landbúnaður, fjarskifti, matvøruframleiðsla og -útflutningur, djór og djóravælferð, kappingarmál, kolvetni, vinnufeløg, íverksetan og skapandi vinnur. Vinnudeildin varðar av fleiri almennum stovnum og feløgum: Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Vinnustovninum, Búnaðarstovuni, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrinum, Filmshúsinum, Tónleikaútflutningsstovuni, P/F Visit Faroe Islands, P/F Fiskaaling, Vinnuframa og Framtaki.