Útnorðurráðið hevur í einum tilmæli frá 2008 samtykt at heita á íslendsku stjórnina og á landsstýrini í Grønlandi og Føroyum um at skipa fyri, at hildnir verða sokallaðir Útnorðurdagar, og at hesir skulu haldast tíðliga um heystið.
Endamálið við Útnorðurdøgunum er at varpa ljós á mentan og søgu í Íslandi, Grønlandi og Føroyum og soleiðis at styrkja samstarvið og sambandið millum hesi trý londini í Útnorðri.
Í staðin fyri at londini á hvørjum ári skipa hvørt sær fyri slíkum Útnorðurdøgum, eru tey komin ásamt um, at skipað verður fyri Útnorðurdøgum triðja hvørt ár, soleiðis at hetta gongur upp á skift ímillum tey trý londini. Dagarnir vórðu hildnir í Íslandi í 2012, í Grønlandi í 2013, og nú er ætlanin at halda teir í Føroyum fyrst í september í ár.
Til tess at seta ljóskastaran á Útnorður hevði verið ynskiligt um skúlar, søvn og fjølmiðlar tóku fram evni um Útnorður og viðgjørdu tey í teirra dagliga arbeiði fyrstu dagarnar í september. Tað stendur øllum frítt at skipa fyri tiltøkum, sum varpa ljós á søguna og mentanina í Útnorðri.
Dagarnar 5. og 6. september verður so serlig almenn skrá í Norðurlandahúsinum, har evnið verður Útnorður. Við tiltøkum sum t.d. framsýningum, filmssýningum, tónleiki, upplestri og mati úr Útnorðri verður ‘sungið og dansað’ um Útnorður sum heimsins nalva. Eisini verður skipað fyri pallborðsfundi undir heitinum: Útnorðursamstarv – politikkur, retorikkur ella bara romantikkur, har politikarar og onnur fara at kjakast um útnorðursamstarvið.
Mentamálaráðið hevur saman við Norðurlandahúsinum, Norrøna Felagnum, NORA, Íslendska konsulátinum, Íslendingafelagnum og Grønlendingafelagnum tikið stig til at fyrireika Útnorðurdagarnar 2014.
Skrá fyri tiltakið fríggjadagin og leygardagin 5. og 6. september verður kunngjørd umleið 25. august. Víst verður í hesum sambandi eisini til heimasíðurnar hjá Norðurlandahúsinum og Mentamálaráðnum.