29.08.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Útnorður kallar!

Dagarnar 5. og 6. september verður Norðurlandahúsið karmur um spennandi tiltøk, sum seta Útnorður á breddan. Mentamálaráðið skipar saman við Norðurlandahúsinum fyri Útnorðurdøgum. Føroyar, Grønland og Ísland verða saman nevnd “Útnorður”. Londini í Útnorðri hava hvør sær nógv at bjóða uppá, og saman enn meir! Hesar báðar dagarnar verður høvi hjá øllum at forvitnast og fáa vitan um samstarv í Útnorðri og at uppliva mentanina í teimum trimum londunum.

Á skránni verða framsýning, filmssýning, tónleikur, upplestur og matur úr Útnorðri. Bjørn Kalsø, landsstýrismaðurin í mentamálum, setir dagarnar 5. september kl. 15, og beint eftir setanina verður pallborðsfundur undir heitinum: Útnorðursamstarv – politikkur, retorikkur ella bara romantikkur, har politikarar og onnur fara at kjakast um útnorðursamstarvið.

Tað er Útnorðurráðið, ið hevur samtykt, at Útnorðurdagar skulu haldast, og á fyrsta sinni verða dagarnir hildnir her hjá okkum. Endamálið við Útnorðurdøgunum er at varpa ljós á mentan og søgu í Íslandi, Grønlandi og Føroyum og soleiðis at styrkja samstarvið og sambandið millum hesi trý londini í Útnorðri. Dagarnir vórðu hildnir í Íslandi í 2012 og í Grønlandi í 2013.

Mentamálaráðið hevur saman við Norðurlandahúsinum, Norrøna Felagnum, NORA, Íslendska konsulátinum, Íslendingafelagnum og Grønlendingafelagnum tikið stig til at fyrireika Útnorðurdagarnar 2014.

Skrá:

Fríggjadagin 5. februar 2014

Kl. 15.00 Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, setir Útnorðurdagarnar.
Dánjal á Neystabø framførir stuttan tekst úr "Ritrósum" eftir Ármann Reynisson, við musikalskum twisti.

Kl. 15.15 Pallborðskjak:“Útnorðursamstarv – politikkur, retorikkur ella bara romantikkur”

Pallborðsluttakarar:
Bill Justinussen, formaður í Útnorðurráðnum: Politikkur í Útnorðri
Gunvør Balle, løgtingskvinna: Sendiharri í Útnorðri
Áki Johansen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni: Hoyvíkssáttmálin
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum: Vinnan í Útnorðri
Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu: Útnorðurlendskur samleiki
Hedvig Westerlund-Kapnas, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum: Mentanarligt samstarv í Útnorðri
Ingi Samuelsen verður orðstýrari.

Kl. 17.00 Allan Tausen spælir.
SMAKKA borððreiðir við útnorður-brellbitum.

Kl. 18.00 Íslendski filmurin Dansinn verður sýndur, kostnaður 50 kr. Árni Dahl, sum var partur av framleiðslutoyminum í 1998, greiðir frá.

Leygardagin 6. september 2014
Kl. 15.00 Dorethe Bloch letur upp framsýningina “Villini sugdjór í Útnorðri” við myndum eftir Edward Fuglø

SMAKKA borððreiðir við útnorður-brellbitum.
Framsýningin er opin til 12. september kl. 17.00.

Kl. 15.30 Familjukonsert við Dánjali á Neystabø, Allani Tausen og Angeliku Nielsen. Við støði í barnasangum úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum verður improviserað og spælt, so øll, frá 0-100 árum, kunnu føla seg vælkomin í Útnorðurheimi.

Sí heimasíðu Norðurlandahúsins fyri meir kunning um tiltøkini: www.nlh.fo