“Spyr meg” á vitjan í Mentamálaráðnum at umrøða:
Útbúgvingartilboð til ung við menningartarni
Í morgun hevði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, vitjan av undirnevndini í Javna “Spyr meg”. Nevndarlimirnir Durita Strøm, Meiken S. Olsen og formaðurin Dánial Gram Høgnesen høvdu umbiðið fundin við landsstýriskvinnuna fyri at skifta orð um útbúgvingarskipanina í mun til fólk, ið bera brek, umframt at hoyra, hvørjar ætlanir Mentamálaráðið hevur framyvir á økinum.
-Vit fegnast um, at fleiri útbúgvingartilboð eru til ung, ið bera brek, men vit sakna fleiri møguleikar. Hetta var nakað av tí “Spyr meg” hevði at bera fram á fundinum í morgun við landsstýriskvinnuna í mentamálum Rigmor Dam. – Serliga eru tað útbúgvingartilboð til fólk, ið bera brek, sum eru yvir 25 ár, har tørvur er á møguleikum. Somuleiðis er tørvur á fleiri eftirskúlatilboðum, sum tað í Rásini í Saltangará. Antin við at víðka tað tilboðið ella at fáa fleiri líknandi tilboð sett á stovn.
Landsstýriskvinnan fegnaðist um at hava fingið felagið í tal og hoyra teirra sjónarmið. Hon legði áherðslu á, at tilgongdin við Serliga Skipaðum Miðnámi er skipað í tøttum samstarvi við avvarðandi partar og komandi skúlaár vera ikki færri enn 18 pláss tøk í miðnámsskúlunum kring landið. Eisini eru vit í fer við at kanna møguleikarnar at víðka um Rásina. – Tó áðrenn vit taka støðu til fleiri útbúgvingartilboð og kanska serliga til tey yvir 25 ár, so eiga vit kanna tørvin á hesum, til tess at hava haldgott grundarlag at taka støðu útfrá, segði landsstýriskvinnan. Rigmor Dam legði dent á, at tað hevur stóran týdning at hoyra sjónarmiðini hjá brúkararnum, og tí fegnaðist hon um, at hesin fundur var fingin í lag. Nevndarlimirnir í “Spyr meg” søgdu seg fegnast um tey stig, sum vóru tikin seinastu árini at skipa fleiri útbúgvingartilboð til ung eftir fólkaskúlan og vóru fegin um, at tað m.a. í løtuni var kannað, um møguleikar vóru at víðka um Rásina í Saltanagará.
Myndatekstur: Rigmor Dam, landsstýriskvinna, saman við nevndini í “Spyr meg”: Dánial Gram Høgnesen, formaður, Durita Strøm, nevndarlimur, og Meiken S. Olsen, nevndarlimur.