Í gjár var amerikanski kavbáturin USS Georgia í Nólsoyarfirði.
Saman við sendiharra USA í Danmark, Alan Leventhal, vóru Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, bodnir at vitja umborð á USS Georgia. Eisini løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, formaðurin í Løgtingsins uttanlandsnevnd, Bill Justinussen, og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, vóru við umborð.
“Trygdarpolitiskan støðan er í broyting, og í tí sambandi er týdningurin av samstarvinum við USA vorðin alsamt størri. Tí er natúrligt, at amerikanski flotin, sum er til staðar í Norðuratlantshavi, av og á eisini leggur inn í Føroyum,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Á fundi fyrr í vikuni umrøddu landsstýrismaðurin og amerikanski sendiharrin m.a. átøk, ið skulu økja um samstarvið millum USA og Føroyar innan handil, gransking, útbúgving og mentan. Eisini varð komið inn á ætlanirnar hjá landsstýrinum at um lata upp sendistovu í USA.
Mánadagin var fyrsti fundurin í nýstovnaða føroyskt-amerikanska vinnuforuminum undir leiðslu av Vinnuhúsinum og við luttøku av fleiri føroyskum fyritøkum. Hetta er eitt av átøkunum undir partalagsyvirlýsingini, sum USA og Føroyar skrivaðu undir í 2020.
“Vit virka miðvíst fyri at styrkja samstarvið við USA á øllum mótum. USA er ein stórur útflutningsmarknaður fyri Føroyar, og nú flogið fer at verða beinleiðis millum Føroyar og USA, fara nýggir møguleikar fyri samstarvið óivað at lata seg upp,” sigur Jenis av Rana.