Í dag var kunngjørt, hvørji av okkara fremstu ítróttafólkum fingu Úrvalsstuðul.
Tilsamans varð ein millión latin til ítróttarfólk innan svimjing, frælsan ítrótt, hondbólt og súkkling. Hesi fingu játtandi svar uppá umsóknirnar um at fáa fíggjarligan styrk, so tað skal lættari skal kunna lata seg gera at seta neyðugu tíðina av til venjing og kappingar.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, helt eina stutta røðu á tiltakinum í dag, har hon samanbar politikk og ítrótt.
"Eg kenni eisini til eitt lív, har vit brúka tímar og aftur tímar uppá at fyrireika okkum, at stríðast móti mótstøðufólkunum og royna at gera viðhaldsfólkini glað.
Har vit noyðast at seta okkum høg mál, um vit eru seriøs. Høg mál, sum krevja nógv - bæði av okkum sjálvum, men sanniliga eisini av okkara baklandi, sum má bakka upp, um vit skulu kunna náa málinum.
Sjálvandi – ein munur er.
Meðan politikkur ofta býtir fólk sundur – so savnar ítrótturin.
Og tað er veruliga einki, sum kann savna fólkið á sama hátt, sum tá tað gongur tykkum, ítróttarfólki, væl."
Øll røðan kann lesast her
Á myndini, sum Álvur Haraldsen hevur tikið, sæst Rigmor Dam saman við (næstan øllum) úrvalsítróttarfólkunum í 2018 og nevndini í Úrvali.