09.02.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Upptøka til journalistútbúgving

Tey, ið ætla sær til upptøkuroynd til journalistútbúgving á Danmarks Journalisthøjskole, fáa upplýsingar um upptøkuroyndina og útbúgvingina á www.djh.dk. Umsóknarblað og raðfestingarskjal kunnu heintast á www.optagelse.dk.

Danmarks Journalisthøjskole skal í seinasta lagi 15. mars 2012 kl. 12.00 (donsk tíð) hava fingið:

  • Umsóknarblað
  • Raðfestingarskjal
  • Avrit av dóps- ella navnabrævi

Upptøkuroyndin fer fram í Føroyum leygardagin 21. apríl 2012. Tey, sum hava søkt um upptøku, fáa eina skrivliga og neyvari fráboðan um royndina.

Um tørvur er á fleiri upplýsingum, kanst tú venda tær til Mentamálaráðið á telefon 555072.