19.02.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

UPPTØKA AFTUR Í ÁR TIL NÝGGJAN SERFLOKK FYRI NÆMINGAR INNAN AUTISMUØKIÐ

Møguleiki er aftur í ár at søkja inn á serflokk innan autismuøkið. Serflokkurin verður settur á stovn annaðhvørt í Tórshavn ella á Kambsdali, treytað av staðbundna tørvinum. Næmingar til henda flokk søkja um upptøku á vanliga umsóknarblaðnum, sum liggur á heimasíðu skúlans og á heimasíðu Mentamálaráðsins. Serstakur teigur í umsóknarblaðnum er tilskilaður serflokkinum.

Møguleiki er fyri, at skúlatilboðið verður samskipað við eitt bú- og frítíðartilboð, og tí verður heitt á umsøkjarar um at tilskila í umsóknarblaðnum, um tey eru áhugað í hesum.

Tey, ið ynskja nærri kunning um henda komandi flokkin, eru vælkomin at venda sær til Føroya Studentaskúla og HF-skeið í Hoydølum ella Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy.