08.05.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

UPPSKOTIÐ TIL KUNNGERÐ UM STUÐUL TIL MENTANARSØGULIG SKIP SENT TIL HOYRINGAR

Uppskotið frá Mentamálaráðnum um kunngerð um átekning og stuðul til mentanarsøgulig skip er nú sent til hoyringar. Uppskotið inniheldur m.a. ásetingar fyri hvussu eitt skip fær átekning sum mentanarsøguligt skip. Nærri verður eisini greinað hvussu stuðul til mentanarsøgulig skip verður latin.

Freistin at lata Mentamálaráðnum hoyringssvar til uppskotið til kunngerð um átekning og stuðul til mentanarsøgulig skip er 21. mai 2013.

Uppskotið sæst her Uppskot til kunngerð um átekning og stuðul til mentanarsøgulig skip.pdf