Uppskot til løgtingslóg um pant á íløtum til hoyringar
Tað er í ávísan mun ein avbjóðing hjá borgarum at sleppa av við sínar pantáløgdu fløskur og dósir og at fáa pantið aftur.
Orsøkin til hetta er, at tað við tíðini eru komin alt fleiri sløg av pantáløgdum íløtum við drykkjuvørum, og at handlar, sum ikki selja ávís íløt frá ávísum innflytarum ella føroyskum framleiðarum, ikki hava skyldu at taka ímóti hesum íløtum og at rinda kundanum pantið aftur.
Kundin má sostatt fara í fleiri handlar fyri at sleppa av við pantáløgd íløt, og tað er ikki altíð, at kundin veit ella minnist, hvar vøran varð keypt, ella hvør handil selur hvørja vøru.
Høvuðsendamálið við nýggja lógaruppskotinum er at gera tað møguligt hjá viðskiftafólki at sleppa av við øll síni pantáløgdu íløt á sama stað, og tí verður ásett sum útgangsstøði, at øll sølustøð, sum selja pantáløgd íløt, hava skyldu til at taka ímóti øllum pantáløgdum íløtum og at rinda pant fyri tey.
Eitt annað endamál við uppskotinum er at fáa landsstýrismanninum heimild at áseta í kunngerð, hvørji íløt við hvørjum innihaldi skulu verða pantáløgd. Ásett verður, at lógin fevnir um íløt til drykkjuvørur og matvørur, og at landsstýrismaðurin nágreinar í kunngerð, júst hvørji íløt við hvørjum innihaldi, lógin fevnir um. Á henda hátt verður lógin meira opin við atliti at, hvørji íløt kunnu verða pantáløgd, og tað verður skjótari og smidligari at leggja íløt afturat, tá ið tørvur er á tí.
Uppskot til kunngerð um pant á íløtum til drykkjuvørur og matvørur er eisini sent út saman við lógaruppskotinum.
Kunngerðin fevnir um somu íløt og pantvirðir sum galdandi kunngerð, og hevur serligar ásetingar um móttøku av íløtum til drykkjuvørur, sum eru fevndar av rúsdrekkalógini.
Lógaruppskotið og kunngerðaruppskotið kunnu lesast her