03.05.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið
UPPRIT ÚR TILMÆLINUM UM SERUNDIVÍSING FRÁ JUNI 2011 HANDAÐ LANDSSTÝRISMANNINUM
Tann 30. apríl handaði Fólkaskúlaráðið landsstýrismanninum í mentamálum, Bjørn Kalsø eitt upprit úr tilmælinum um serundirvísing frá juni 2011 um førleikastovur, og hvussu virksemið í teimum skal skipast. Hetta upprit skal vera hjálp hjá skúlaleiðslunum at skipa fakliga serkunnleikan, sum er í skúlunum, í eitt virkisført toymi, sum skúlaleiðslan leiðir og kann ráðføra seg við um viðkomandi spurningar.
Uppritið liggur á heimasíðu Mentamálaráðsins undir "Útgávur - Álit"