17.01.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

UNITED WORLD COLLEGE 2014

Red Cross Nordic United World College Foundation bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving á sumri 2014, at taka IB (International Baccalaureate) eftir 2 árum á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen. IB (International Baccalaureate) er eitt altjóða studentsprógv, ið gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv.

Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 70 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum.

Studni rindar – eftir umsókn – skúlagjald umframt fyri innivist á skúlanum. Hetta merkir, at viðkomandi umsøkjari, sum verður valdur, ikki samstundis frá Studna fær stuðul sum útibúgvandi. Ferðing aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært galdandi reglum hjá Studna. Upphæddin er í 2014 kr. 4.000.

Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til Mentamálaráðið á telefon 555073 ella til lestrarvegleiðingina á skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni: http://www.rcnuwc.no/

Umsókn um upptøku á Red Cross Nordic United World College, ljóstak av seinastu støðumetunum saman við eini stuttari frágreiðing um teg sjálva/n í umsóknarblaðnum skulu vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 28. februar 2014. Útfylt umsóknarblað og ljóstak av seinastu støðumetunum skulu sendast til claus@mmr.fo .

Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum. Les her.