27.01.2016 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

UNITED WORLD COLLEGE

UNITED WORLD COLLEGE

United World College Red Cross Nordic bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið á sumri 2016 er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving, at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.

IB (International Baccalaureate) er ein altjóða studentspróvtøku, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv.

Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum.

Studni rindar – eftir umsókn – skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari, sum Føroyska UWC-nevndin velur, ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi.

Ferð aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært galdandi reglum hjá Studna. Upphæddin er í 2016 kr. 4.000.

Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til formannin í Føroysku UWC-nevndini á telefon 555037 ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Lestrarvegleiðingin hevur fingið sendandi tilfar um United World College. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni: http://uwcrcn.no/

Upplýsingar eru eisini at finna á Facebook.

Umsókn um upptøku á UWC Red Cross Nordic, ljóstak av seinastu støðumetunum saman við eini stuttari frágreiðing um teg sjálva/n, ið skal skrivast í umsóknarblaðinum, skulu umvegis teldupost sendast claus.reistrup@icloud.com í seinasta lagi mánadagin 15. februar 2016.

Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo undir “Kunning – Oyðubløð – Vinnu- og miðnámsskúlar”.

Føroyska UWC-nevndin