Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur nú sett nýggja, føroyska UNESCO nevnd.
Í nýggju nevndini eru:
Sigurð í Jákupsstovu, formaður, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
Annika Sølvará, stjóri, Granskingarráðið
Andras Mortensen, stjóri Søvn Landsins
Liljan Weihe, tíðindaleiðari, Kvf
Barbara Gaardlykke Apol, nevndarlimur í NUF og forkvinna í SU
Margretha Jacobsen, fulltrúi, umboð fyri UVMR
Nevndarlimirnir, ið umboða nevndir, ráð og stovnar innan virkisøkið hjá UNESCO, verða valdir fyri 4 ár í senn.
Í frágreiðing um virksemið hjá føroysku UNESCO nevndini 2012-2016, varð víst á, at tey ungu eru ein týðandi liður í UNESCO samstarvinum, eitt nú í Youth Forum, har heimsins ungu annað hvørt ár hittast í sambandi við aðalfundin í Paris.
Nevndin mælti tí til, at eitt umboð fyri tey ungu fær sæti í føroysku UNESCO nevndini, og millum nýggju nevndarlimirnar er Barbara Gaardlykke Apol, sum er nevndarlimur í Norrøna Ungmannafelag Føroya og forkvinna í Sosialistisk Ung.
Fyrsta føroyska UNESCO nevndin varð sett í sambandi við norðurlendska UNESCO fundin, ið var í Føroyum í mai 2012.
Sambært reglunum er endamálið hjá nevndini at fremja UNESCO arbeiðið í Føroyum, at virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum í UNESCO málum og hjá føroysku sendinevndini á aðalfundinum hjá UNESCO. Harafturat skal nevndin virka sum bindilið millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan útbúgving, vísind, mentan og samskifti.
MYND: Rigmor Dam, landsstýriskvinna, saman við umboðum úr nýggju UNESCO nevndini: Margretha Jacobsen, fulltrúi, umboð fyri UVMR, Barbara Gaardlykke Apol, starvsnevndarlimur NUF og forkvinna í SU, Sigurð í Jákupsstovu, formaður, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, Annika Sølvará, stjóri, Granskingarráðið, Liljan Weihe, tíðindaleiðari, Kvf. Andras Mortensen, stjóri Søvn Landsins, manglar á myndini.