UNESCO sáttmálin um verju av siðaarvi nú galdandi í Føroyum
Sáttmálin hjá UNESCO um verju av siðaarvi er settur í gildi í Føroyum frá 1. oktober at rokna.
Hesum hevur UNESCO nú boðað frá.
Tað merkir, at føroyski dansurin og kvæðini, bátasmíð, virking av ull, umframt siðir, ið eru knýttir at serstaka føroyska matinum, nú kunnu verða skrásett á einum serligum lista yvir siðaarv í Føroyum.
Tá málið um UNESCO sáttmálan var fyri í tinginum 19. apríl í ár, var full semja um at taka undir við honum. Síðani hava danskir myndugleikar sent fráboðanina víðari til UNESCO, og nú er sáttmálin, sum á enskum eitur “Convention for the Safeguarding of the Intangible Cultural Heritage” settur í gildi fyri Føroyar.
Umframt listan yvir siðaarv, sum eigur at verða varðveittur, fevnir sáttmálin eisini um skráseting, gransking og útbúgving, umframt at virka fyri, at siðaarvurin hevur sítt livandi virki í samfelagnum.
Og landsstýriskvinnan í Mentamálum fegnast, nú sáttmálin er komin í gildi.
- Ríka føroyska mentanarlívið við felagssangi, kvæðum og dansi, siðbundnum handverki og bindiklubbum er týðandi fyri okkum og okkara samleika. Tí má hesin siðaarvur og tann vitan, ið er knýtt at honum, verða flutt víðari til okkara børn, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
- Tí sjálvt um føroyski siðaarvurin framvegis er livandi, so er tað skjótt, at førleikar og vitan, eitt nú um bátasmíð og annað siðbundið handverk, hvørva, um vit ikki av øllum alvi stuðla undir, at siðaarvurin kann verða handaður komandi ættarliðum.
Mentamálaráðið fer nú undir at skipa arbeiðið við sáttmálanum, og fyrsta stigið verður at koma á tal við teir einstaklingar og tey feløg og stovnar, ið virka fyri og útinna siðaarv av einhvørjum slagi.
Við sáttmálanum hava Føroyar bundið seg til at gera ein lista, har siðaarvur í Føroyum verður lýstur, og út frá tí listanum ber síðani til at innstilla føroyskan siðaarv til UNESCO listan fyri umboðandi siðaarv.
Harumframt verður í løtuni arbeitt við einari felags norðurlendskari innstilling til UNESCO um norrøna súðubygda bátin, har eisini føroyski báturin er við. Tætt samstarv er millum Norðurlond um UNESCO sáttmálan, og hugsast kann eisini, at felags norðurlendsk tiltøk verða sett í verk fyri at verja siðaarvin, eitt nú við útbúgvingartilboðum innan siðbundin handverk.
Tað var í 2015, at føroyska UNESCO nevndin heitti á táverandi landsstýrismann í mentamálum, Bjørn Kalsø, um at virka fyri, at UNESCO sáttmálin kundi setast í gildi í Føroyum. Nú er komið á mál við hesum partinum og spennandi arbeiðið við at skráseta føroyska siðaarvin kann byrja.
(myndin er av www.faroeislands.fo)