Undirvísingarstýrið undir Mentamálaráðnum verður formliga skipað frá 1. september 2018.
Í eini skiftistíð til ársskiftið fara Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið at virka saman, meðan uppgávubýtið verður skipað innanhýsis.
Endamálið við umskipanini er at røkka einum betri arbeiðsbýti og størri samskipan í virkseminum.
Virksemið í Mentamálaráðnum verður hereftir miðsavnað um stjórnaráðsuppgávur, politiska umsiting og menning.
Undirvísingarstýrið skal taka sær av fyrisitingarligum rakstraruppgávum í undirvísingarverkinum, sum higartil hava ligið í Mentamálaráðnum. Serliga er talan um rakstrarligu fyrisitingina av fólkaskúlanum, og í ávísan mun eisini miðnámsskúlum, umframt aðrar partar av undirvísingarverkinum.
Stjóri í Undirvísingarstýrinum er Hjalmar Hansen.
Mentamálaráðið, 31. august 2018