Í morgin, hósdagin 9. juni, verður fundur millum Jenis av Rana, landsstýrismann, og Morten Bødskov, verjumálaráðharra Danmarkar. Fundurin verður í Tinganesi klokkan 10.
Stutt eftir klokkan 10 verða fjølmiðlar bodnir at vera til staðar, tá ið semja verður undirskrivað um fortreytirnar fyri at seta upp lofteftirlitsradara í Føroyum.