Kunnað verður við hesum um, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur tikið avgerð um at fremja umskipanir innan bygnaðin i Mentamálaráðnum og nøkrum undirliggjandi fyrisitingarligum eindum.
Endamálið við umskipanini er at røkka einum betri arbeiðsbýti og størri samskipan í virkseminum.
Virksemið í Mentamálaráðnum skal verða miðsavnað um politisku umsitingina og menningina av málsøkinum hjá landsstýriskvinnuni. Uppgávur innan útbúgvingarøkið, sum ikki viðvíkja hesum, verða fluttar úr Mentamálaráðnum saman við starvsfólkaorku.
Eitt Undirvísingarstýri verður skipað, sum skal taka sær av fyrisitingarligu rakstraruppgávunum, sum hava ligið í Mentamálaráðnum. Serliga viðvíkur hetta rakstrarligu fyrisitingini av fólkaskúlanum, og í ávísan mun eisini miðnámsskúlum umframt øðrum pørtum av undirvísingarverkinum.
Studni, Yrkisdepilin, Musikkskúlin og Próvstovan verða knýtt at Undirvísingarstýrinum fyri at fáa størri samskipan og samanhang í rakstrarligu fyrisitingina.
Størri dentur fer eisini at verða lagdur á námsfrøðiligu menningina og ráðgevingina í Námi, og í hesum sambandi skal virkast fyri einum tættari knýti til sernámsfrøðiligu ráðgevingina hjá Sernámi. Umskipanin leggur upp til eitt tættari knýti millum hesi bæði virkisøki til frama fyri dagstovnar og skúlar.
Farið verður nú undir at leggja ítøkiligu ætlanina til rættis saman við starvsfólkunum á stovnunum. Hetta arbeiðið fer væntandi at taka nakrar mánaðir og upp til eitt ár innan fyri okkurt øki.
Í næstum verður søkt eftir stjóra til Undirvísingarstýrið. Viðkomandi verður við í tilrættaleggingini av umskipanini.
Broytingin gjørd innan fyri verandi starvsfólkaorku í Mentamálaráðnum.
Frágreiðing um umskipanir í Mentamálaráðnum
Poul Geert Hansen
aðalstjóri