"Um allar gáttir" varð heitið á heiðursseminari fyri gávaða listamannin og rithøvundan, Tórodd Poulsen, sum herfyri fylti 60 ár.
Norðurlandahúsið var karmur um tiltakið, og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setti dagin.
Hon segði millum annað soleiðis:
Tóroddur kann sanniliga vera romantikari!
Men í mínum hugaheimi er tað kortini tann prikandi røddin, sum veruliga ber tvørtur um gáttir.
Tí okkum tørvar fólk, sum tora, har onnur tiga – uttan at vera eitt Ekstra Blað – tey, sum eygleiða og viðmerkja, bæði har tað er eyðsýnt, men eisini har tað nívir. Fólk, sum prika og fara “um allar gáttir” og spreingja innistongda myrkrið við lýsandi orðum.
Les alla røðuna her