Í dag var próvhandan á Vinnuháskúlanum í Havn.
Høvið var serligt, tí í ár fingu fyrstu aspirantarnir prógv eftir nýggju skipanini.
Rigmor Dam heilsaði próvtakarunum á Vinnuháskúlanum og helt, at teir eiga at leggja seg eftir at varðveita og styrkja um tað sera góða umdømið, sum føroysk sjófólk hava bæði herheima og burturi í londum.
Landsstýriskvinnan segði millum annað:
Fyrradagin var ein serlig hending her í Havn.
Tey sum hugdu út á fjørðin undraðust, tá Smyril – sum akkurát hevði loyst fyri at sigla til Suðuroyar - knappliga kúvendi - og aftur gjørdi eyðkendu manøvrirnar fyri at leggja at.
Tað vísti seg, at tað var ein týsk dama, eitt ferðafólk, sum hevði verið í Føroyum og sum skuldi avstað aftur við Norrønu, sum var endað á skeivum skipi. Hon hevði blandað Smyril við Smyril Line.
Og skiparin gjørdi ikki mætari enn at sigla hana innaftur til lands.
Spurningurin er, um hetta hevði hent í nøkrum øðrum landi. Og spurningurin er, um hetta hevði hent, um skiparin hevði nakran annan tjóðskap enn føroyskan.
Les meiri her: