Tríggir týðandi mentanarstovnar fáa nýggjar stjórar í næstum; teir eru Tjóðsavn Føroya, Føroya Landsbókasavn og Kringvarp Føroya.
Í hesum sambandi bjóðaði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, teimum trimum nýggju stjórunum til lítla óformella móttøku í Mentamálaráðnum í dag.
Landsstýriskvinnan ynskti stjórunum til lukku við størvunum og blíðan byr við komandi avbjóðingunum.
Annika Smith, stjóri á Landsbókasavninum, og Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavni Føroya, taka við tann 1. august 2017, og Johnny í Grótinum verður nýggjur kringvarpsstjóri frá 1. september 2017.