Mikudagin 19. apríl kl. 16 verða fyrilestrar í Norðurlandahúsinum um tónleik, kreativitet og aktiva undirvísing. Fyrilestrarnir eru í sambandi við, at norðurlendska undirvísingarverkætlanin “Biophilia” er liðug.
Upphavið til verkætlanina Biophilia er íslendska tónlistakvinnan Björk, sum ynskir, at skúlin skal taka støði í tí tøkni sum børnini eru hugtikin av, og við kreativiteti tryggja, at komandi samfelagsborgarar verða heildarborgarar. Við tí í huga hevur Björk gjørt eitt verk, sum bæði er eitt tónleikaverk, ein app, framførsla, ein filmur og ein undirvísingarskrá.
Fyrilestrahaldarar verða Sunleif Rasmussen, tónaskald, sum fer at greiða frá, hvussu Biophilia sum undirvísingarháttur byrjaði, og um samspælið millum náttúruvísindaligar lærugreinar og tónleik. Sanne Storm, tónleikaterapeutur, fer at greiða frá um tónleik, menniskju og hvussu tónleikur ávirkar kropp og sinn. Sanne Storm kemur eisini inn á kommunikativan musikalitet, og um heilsu, læring og kreativitet. Erla Olsen, lívfrøðingur, fer at greiða frá meginúrslitunum frá Biophiliaverkætlanini í Føroyum, hvat eftirmetingarnar siga, og hvussu ætlanin er at arbeiða víðari fram, m.a. við at leggja dent á tvørfakligar undirvísingarhættir í læraraútbúgvingini. Tónleikabólkurin KATA framførir.