18.12.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

TILMÆLI FRÁ FÓLKASKÚLARÁÐNUM HANDAÐ LANDSSTÝRISMANNINUM

TILMÆLI FRÁ FÓLKASKÚLARÁÐNUM HANDAÐ LANDSSTÝRISMANNINUM

Fólkaskúlaráðið hevur handað landsstýrismanninum í mentamálum, Bjørn Kalsø, tilmælið sítt um førleikamenning.

Í tilmælinum, ið eitur “Førleikamenning – tørvur og skipan”, sigur Fólkaskúlaráðið m.a., at skulu vit styrkja fólkaskúlan, so er munabesta loysnin at førleikamenna lærarar úti í økjunum um alt landið. Fólkaskúlaráðið sigur eisini í tilmælinum, at læraraútbúgvingin eigur at kunna takast sum ein masterútbúgving, og at ein tílík útbúgving eigur at vera á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Vælútbúnir lærarar á masterstigi høvdu lyft føroyska fólkaskúlan á eitt hægri støði, heldur Fólkaskúlaráðið. Eisini heldur Fólkaskúlaráðið, at nýggjar eftirútbúgvingar eiga at verða bodnar út, og at aðrar eftirútbúgvingar eiga at verða dagførdar.

Fólkaskúlaráðið varð sett 1. februar 2011 av táverandi landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø. Tá Bjørn Kalsø tók við sum landsstýrismaður, bað hann Fólkaskúlaráðið halda fram við arbeiði sínum. Fólkaskúlaráðið handaði í fjørsummar eitt tilmæli um sernámsfrøði.

Tey, ið manna Fólkaskúlaráðið eru: Karolina Matras, undirvísari og granskari, forkvinna, Marjun Ziskason, lærari og ritstjóri, skrivari, Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, samskipari. Hinir nevndarlimirnir eru: Tonnie Strøm, lærari og lesivegleiðari, Andrass Henriksen, skúlastjóri, Jónleif Johannesen, lærari og AKT lærari, Mai Laksafoss, Felagið Heim og skúli