Á árliga leiðaradegnum, sum var fríggjadagin, varð Páll Isholm, skúlastjóri á Miðnámi á Kambsdali, kosin ársins almenni leiðari 2018.
Mentamálaráðið fegnast um, at eitt starvsfólk undir ráðnum enn einaferð hevur fingið hesa tignina.
- Tað er gott at fáa staðfest, at vit eiga so framúrskarandi starvsfólk, sum ganga á odda við at lyfta og menna okkara okkara ungu – og harvið alt samfelagið.
- Páll hevur stórliga uppiborið hendan heiður og Mentamálaráðið samgleðist og ynskir honum hjartaliga til lukku, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum.
Somuleiðis ynskir Mentamálaráðið ársins privata leiðara í 2018, Frimodt Rasmussen, til lukku.