19.12.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla sett
Jóhan Tummasson Lervig er settur í tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla tíðarskeiðið 5. januar – 22. desember 2015.
Jóhan er 34 ár, tók læraraprógv í 2006 og hevur síðan starvast í Skúlanum á Argjahamri, har hann hevur fjølbroyttar undirvísingarligar royndir, bæði sum lærari og eisini sum leiðari í deildunum fyri 1. og 2. undirvísingarpart sum longdi armurin hjá leiðsluni.