27.07.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Tí tørvar okkum gamlar myndir!

Tí tørvar okkum gamlar myndir!

Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, tá hon setti framsýning við myndum frá Drotning Alexandrines hospital eftir Jesar Hansen tann 24. juli 2018 á Landssjúkrahúsinum

Røða, sum Rigmor Dam helt á Landssjúkrahúsinum 25. juli 2018 í sambandi við myndaframsýning hjá Jesari Hansen:

Einaferð fyri mongum árum síðani fór eg blaðung við einum barni niður at lesa. Ráðini vóru, sum vera man, ikki tey stóru, so tað kom sportur í at ganga á loppumarknaði.

Tann eina sunnudagin úti á fløtuni á Bellahøj var stórur marknaður, og vit útisetar gingu spent millum básarnar og leitaðu og pruttaðu um prísirnar – so ung og forvitin, og alt var so spennandi.

Tá kom eg fram á ein pappkassa við gomlum leðurinnbundnum myndaalbummum við svørtum pappsíðum og pergamentpappíri ímillum.

Albummini vóru á tremur av smáum svørt/hvítum bíløtum. Bíløtum av lívi og av lívum.

Ein álvarlig smágenta gevur kiskuni at leppa á einum trappusteini. Eitt ungt par, smílandi í karuselluni í Tivoli. Tríggjar systrar, pent uppstillaðar við strømmum flættum. Eitt borgarligt brúðarpar, har brúðurin longu hevur búk, og mong, mong onnur bíløt.

 

Og eg minnist, at eg hugsaði: Hvussu endaðu tit her í einum gomlum pappkassa á einum loppumarknaði ein kaldan heystardag í Kjøpinhavn? Og hvørji eru tit? Hvørjar eru tykkara søgur? Hví er gentan so álvarslig? Hvar er mamma hennara? Blivu tey ungu á karuselluni eydnurík? Vaks syskinaflokkurin? Helt ektaskapið?

Helst endaðu tey á loppumarknaðinum, tí arvingar og avvarðandi kendu ikki nøvnini og andlitini og søgurnar. Har var ongin, sum fortaldi søgurnar, meðan tíð enn var. Og nú var ongin eftir, sum kundi halda lív í menniskjunum á myndunum.

Og soleiðis er lívsins gongd. Einaferð drukna vit øll í gloymskunnar hav. Spurningurin er bara nær.

Tí tað er so nógv vit kunnu gera fyri at minnast tey, sum undan fóru. Millum annað við at navngeva fólkini og við at fortelja søgur teirra, tá ið vit koma fram á bíløt av teimum.

Men hví skulu vit halda lív í teimum?

Orsøkirnar eru fleiri:

- Fyri at lýsa, virða og minnast tey, sum stóðu okkum nær.

- Fyri at læra um ta samtíð, tey livdu í, so vit betur skilja tað samfelag, vit liva í í dag.

- Fyri at kunna siga: Hygg her, lítla barn, hiðani ert tú runnin, hetta er eisini ein partur av tær – hetta er eisini tú!

Les meiri her 

Á myndini síggjast frá vinstru: Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Hanna og Anna Hansen, fyriskiparar, og Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu