Tekur uppskotið um inntøkumarkið aftur
Uppskotið um at lækka inntøkumarkið fyri lestrarstuðul verður nú tikið aftur. Tað hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, tikið avgerð um.
Hon hevur tikið atfinningar móti uppskotinum til sín.
- Tað er umráðandi at lurta, og tað havi eg gjørt í hesum førinum, sigur Rigmor Dam.
Vit skulu virða lestur sum eitt fulltíðarstarv. Kortini eiga broytingar í inntøkumarkinum heldur at verða framdar í sambandi við onnur átøk, sum samstundis bøta um umstøðurnar hjá lesandi, og serliga hjá lesandi við børnum, heldur landsstýriskvinnan í mentamálum.
Samgongan hevur sett sær fyri at hækka lestrarstuðulin, at byggja bíligar lestraríbúðir og at lata lestrarstuðul allar 12 mánaðirnar av árinum.
- Fyrsta fyritreyt er kortini at koma upp á slætt búskaparliga, sigur Rigmor Dam.
Hon fegnast tó um, at mong ung og lesandi, og lesandi við børnum fáa fíggjarligar lættar komandi tíðina. Átøk sum skattalætti til lág- og miðallønt, familjuískoyti til fíggjarliga sperdar barnafamiljur, broytingarnar í kringvarpsgjaldinum fara veruliga at muna.
- Men kortini ásanna vit, at í løtuni er óheppið at lækka inntøkumarkið fyri at finna eina sparing á 1,5 mió. kr., sigur landsstýriskvinnan.