Í drúgva tíð hevur verið arbeitt við at útvega Tekniska Skúla í Klaksvík og Glasi nýggj amboð og nútímans maskinur. Í nýggjasta fíggjarlógaruppskotinum eru 30 milliónir settar av til skúlarnar báðar.
Sum ætlað verða nú 23 milliónir settar av til Glasir og 7 milliónir til Tekniska Skúla í Klaksvík.
Tá Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum fríggjadagin 6. oktober handaði vinnarunum av FM í handverki vinningarnar, kunngjørdi hon, at um alt gongst sum ætlað, kunnu bæði Tekniski Skúli í Klaksvík og Tekniski skúli á Glasi skifta gomlu amboðini frá 70’unum og 80’unum út við spildurnýggja útgerð longu komandi skúlaár.
-Vit hoyra ofta, at føroyska mentanin er orsøkin til, at vit búgva her í Føroyum. Tað haldi eg vera rætt. Men afturat tí eiga vit at siga, at handverkararnir eru orsøkin til, at vit yvirhøvur KUNNU búgva her í Føroyum, segði Rigmor Dam millum annað, áðrenn hon legði afturat:
-Vit skulu ikki seta tað handaliga og tað bókliga upp ímóti hvørjum øðrum, tí vit hava tørv á báðum. Øll skulu ikki í studentaskúlan, men tað halda nógv foreldur. Sum landsstýriskvinna er tað mítt ynski, at okkara ungu fara hagar, hugur og hegni draga tey.
Rigmor Dam vísti á, at tað í Degi og Viku varð sagt, at FM í handverki millum annað skuldi skapa virðing fyri handverksvinnuni.
-Og tað er so púra rætt, at handverksvinnan skal virðast. Tí vit vita, at føroyskir handverkarar teljast millum heimsins bestu og eru eftirspurdir kring allan heim.
- Men sjálvandi – vøkur orð aleina nytta ikki nógv. Tí er tað við stoltleika, at eg í dag alment kann boða frá, at vit gjøgnum eitt drúgt tíðarskeið hava arbeitt fyri at fáa til vega 30 milliónir krónur til spildurnýggj tól og maskinur til Teknisku Skúlarnar í Havn og í Klaksvík.
So umframt rósandi orð fáa tit í dag eisini “virðing” fyri 30 milliónir á fíggjarlógini, sum longu komandi skúlaár fer at síggjast og følast úti á ymsu verkstøðunum í Havn og í Klaksvík.
Myndir: Fotostudio v/ Finnur Justinussen og Marius Thomassen, Vinnuhúsið