Frá mánadegi til mikudag í hesi vikuni hava allir næmingar í 4. og 6. flokkunum kring landið verið til árligu landsroyndina, sum fólkaskúlalógin ásetur.
Talgilda skipanin, sum nú er ment, fer at verða eitt týðandi amboð hjá føroyska undirvísingarverkinum í sambandi við eftirmetingar, royndir og próvtøkur í framtíðini. Frá næsta ári er ætlanin at fráfaringarroynd fólkaskúlans eisini verður talgild.
Telduskipanin verður hýst í Føroyum og hava tillagingar í nýtsluni eisini verið gjørdar her á landi.
Innlatin eru eini 7000 uppgávusett frá gott og væl 1400 næmingum. Allar uppgávur eru rættaðar og samlað met er givið til hvønn einstakan næming, sum foreldur eisini kunnu síggja talgilt saman við næminginum. Skipanin hevur svarað uml. 1,4 milliónir fyrispurningum hesar dagarnar, og hevur sent út eini 60 GB data.
4. flokkarnir vóru 40 meðan 6. flokkarnir vóru 38 í tali. Landsroyndirnar hava verið í lærugreinunum føroyskt, støddfrøði og náttúru og tøkni.
Bjørn Kalsø landsstýrismaður, fegnast um, at tað hevur gingið væl og sigur, at tey, sum hava staðið fyri fyrireikingini og skúlarnir eiga rós uppiborið fyri eitt gott arbeiði.
Samanumtøka við frágreiðing fer nú at verða skrivað og verður væntandi liðug um 1 mánaða.