22.01.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

TAKKARRØÐA HJÁ ÁRNA DAHL

Takkarrøða, ið Árni Dahl helt, tá ið Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevði handað honum Heiðursgávu Landsins fyri 2013

Góðu áhoyrarar, tit sum her eru komin saman, og tit, sum lurta heima við hús!
Sum seg sømir, fari eg fyrst at takka fyri, at henda heiðursgávan varð latin mær í ár. Eg takki innstillingarnevndini, landsstýrismanninum og mest av øllum teimum mongu, eg havi samstarvað við hesi stívliga 40 árini, síðani eg fyrstu ferð læt bók úr hondum.

Tá ið maður takkar fyri heiður sum henda, kann tað gerast so ymisliga, sum lyndi er til:

“Eg kenni meg sum mann, ið hevur fingið ein bjargingarring í hendurnar, eftir at eg var dottin á sjógv og sjálvur hevði klórað meg upp á turt!”

soleiðis segði danski høvundurin Hans Scherfig, tá ið hann í 1973 fekk virðislønina hjá “Det danske Akademi”.

Ein annar maður, sum æt Hans, fekk í 1968 M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir og bar fram hetta snøgga ørindið:

“Hentari er handartak manni livandi
enn lov, tá látin er.”

Hetta var Hans Dalsgaard úr Skálavík, ættaður úr húsunum “á Mølini”, har mentan var høgt í metum.

Og eg fari at hella meg til skálvíkingin, tí bjargingarringi havi eg ikki havt áneyðir á, tí í roynd og veru havi eg altíð fingist við tað, sum eg tími best at fáast við. – At onnur halda tað vera virðislønarvert er sjálvsagt at fegnast um.

*

Handingardagurin er heppisliga kosin at vera føðingardagur Williams Heinesens. Tað forlagið, sum eg varði av, gav á hundrað ára degi hansara út bókina “William ummælir fagrar listir” – tekstir, sum mæta skaldið skrivaði á føroyskum: mest ummæli og listarviðgerðir.

William var altíð við tí góða orðinum. Hann vardi Hans Andrias, tá ið aðrir høvdu hug at lítilsvirða hann, hann skrivaði við virðing um Sigmund Petersen, sum listakøn annars ikki mundu meta høgt. William var vísur, sum góði vinmaður mín Steinbjørn, sáli, úr Sandvík var vísur, tá ið hann um ummælarar segði:

“Hon hevði bakað drýlar,
hvørki fransbreyð ella rugbreyð.
Hann át drýlarnar so dánt,
alsamt mølmandi um breyð.”

Eisini í seinastu útgávu okkara – áttandi bindi av ritverki Símunar av Skarði – hoyra vit frá Williami bjartskygni og vón. Símun fylti sjeyti í mai í 1942, og William bar honum føðingardagskvøðu í Føroya Sosialdemokrati. Hann nevnir, at nú eru báðir háskúlamenninir farnir um tey sjeyti, og hann spyr:

“Blomstrar og grør tað úti um landið eftir teimum? Liggja Føroyar ikki hesa tíðina sum eitt politiskt svarðloysi, har einki grør uttan ókvæmisorðanna skreytblómur? Hvar er andslívið í Føroyum at finna í løtuni? Er nakað?”

Men hann svarar:

“Ja, tað er. Aftan fyri klandurspolitiksins ókrútsakrar, ..., hómast grønur gróður – lívsvón, andi, mentan, á heimligari grund. Tað fer at grógva einaferð, tá ið sólin fær meiri makt.”

Tað er undranarvert, at William fær verið so bjartskygdur í hesum døpru døgum, ið missurin á sjónum var so ógvuliga meinur. Bara í mars-mánaði í 1942 fóru 29 mans av krígsávum.

Ofta verður sagt, at borið saman við ein danskan provinsbý, sum telur um 50.000 fólk, hava vit eitt ríkt mentanarlív. Men vit skulu ikki sættast við, at vit eru ein danskur provinsbýur. Vit eru ein tjóð. Og tað setur heilt onnur krøv.

Onkur fer ivaleyst at møðast av, at eg nevni hetta, hvørja ferð høvi býðst: Eini tjóð, sum tekur seg sjálva í álvara, og sum vil verða tikin í álvara, tørvar eitt Tjóðleikhús.

Danir fingu sítt í 1748, sviar sítt í 1788, norðmenn sítt í 1899 og íslendingar sítt í 1950.

Í strembanini hjá grannunum fyri vestan finna vit hesa staðfesting longu í 1915, og tað er neyvan fyrstu ferð, at hesi orð eru søgd:

“Leikhúsið sameinir í sær allar listagreinir. Tað er evsta mentanarstigið í hvørjum landi."

Og tá ið húsið varð vígt í 1950, segði landsins mentamálaráðharri, sum annars æt Björn, eins og okkara mentamálaráðharri:

,,Eg taki ímóti hesum húsi og avhendi tjóðini tað til ognar við tí ynski, at her skal hon kunna skoða sjálva seg í listarinnar spegili - og at her man javnan fara at loga tann halgi mentanar- og mannvitseldur, sum hvør tjóð hevur áneyðir á, skal hon røkka sonnum framburði."

Tjóðarbygging átti at verið savnandi orðið “aftan fyri klandurspolitiksins ókrútsakrar”. Og tað man lítil iva vera um, at eins og Symfoniorkestrið dregur føroyskar tónleikarar í útlegd at sær – sum vit hava sæð í frálíkari nýggjársframførslu farna vikuskiftið - hevði eitt tjóðleikhús drigið útbúgvið fólk at sær: leikarar, dansarar, pallsmiðir, leikstjórar, ljóð- og ljósfólk og sniðgevar.

Nú Symfoniorkestrið varð nevnt, er vert at gáa um tað, sum hann, ið tí stjórnar, Bernharður Wikinson, segði í “Vanga-myndini” í Sjónvarpinum fyri stuttum: “Mentan er tjóðarsálin!”

Vit kundu so lagt aftrat, at móðurmálið er sjálvur hjartaslátturin í tjóðini, og her er enn nógv at stríðast fyri. Eg sipi ikki til smákegl, sum hevur verið at hoyrt og sæð hesa seinastu tíðina. Tað mesta av tí er so neyðarsligt.

Tá ið kemur til málstøðu okkara hava vit enn eitt stríð at stríða: føroyskt hevur enn ikki vunnið rætt sum tjóðarmál – tað einasta av norðurlandamálunum, sum ikki hevur vunnið hesa tign. Í juni komandi eru fimm ár síðani grønlendskt vann hesa støðu, tá ið sjálvstýrislóg teirra var samtykt.

Útgangsorðini hjá mær eru ein eggjan um, at bretta upp um armar. Orðini eigur ein brasilskur høvundur úr mínum ættarliði, Paulo Coelho.

Fyrst:
Tað er møguleikin at fáa ein dreym at ganga út, sum ger lívið áhugavert.

Og at enda:
Lívstíð okkara í hesum heimi er heilag, og vit áttu at hátíðarhildið hvørja løtu.

Árni Dahl