Vit eiga at seta nøkur krøv um at læra fremmandamál, samstundis, sum tað skal gerast meiri freistandi at velja mál og at arbeiða við máli í føroyska undirvísingarverkinum.
Hesi eru millum tilmælini, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýriskvinnuni í útbúgvingar- og granskingarmálum í gjár.
Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum, setti herfyri ein arbeiðsbólk at skriva eina ætlan fyri fremmandamál í føroyska undirvísingarverkinum. Hetta arbeiðið skal millum annað síggjast sum framhald av eftirmetingini av miðnámsskúlaskipanini.
Hóast arbeiðsbólkurin fekk stutt skotbrá, hevur hann longu handað landsstýriskvinnuni eitt tilmæli til framtíðarætlan fyri fremmandamál í føroyska undirvísingarverkinum.
Arbeiðsbólkurin metir, at umstøðurnar hjá fremmandamálum í undirvísingini kunnu styrkjast á ymiskan hátt. Góðskan í undirvísingini eigur at verða tryggjað, millum annað við undirvísingartilfari til føroyska málbólkin í øllum fremmandamálum, og fremmandamál eigur at fáa hægri raðfesting í vikuætlanini, eins og eftirútbúgvging av lærarum eigur at verða afturvendandi.
Landsstýriskvinnan fegnast um tilmælið.
- Arbeiðsbólkurin vísir á, at við alheimsgerðini verða lond knýtt alsamt tættari saman, og tí hevur tað ongantíð verið meir átrokandi enn nú at læra fremmandamál. Hesum eri eg púra samd í. Tørvurin á at samskifta og samstarva tvørtur um mál og mentanarmørk er støðugt vaksandi, og fyri eina lítla tjóð sum Føroyar, sum er serstakliga bundin at umheiminum, er tað umráðandi at tryggja sær hollan kunnleika í fleiri fremmandamálum. Tað er fortreytin fyri framhaldandi kappingarføri og menning.
Í arbeiðsbólkinum hava sitið: Lone Høeg Bejer, Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, Hanus Iversen, Súsanna Debes Hammer, Annika við Skipá, Margreth Veihe og Maria Heradóttir.
Landsstýriskvinnan fer nú at viðgera tilmælini, sum hon vónar fara at bøta um korini hjá fremmandamálum í undirvísingarverkinum.
Á myndini síggjast landsstýriskvinnan og arbeiðsbólkurin. Annika A. Nielsen, Margreth Veihe og Súsanna D. Hammer vanta á myndini.
Alt tilmælið kann lesast her