Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur sett nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya sita sjey limir. Landsstýrismaðurin velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir, og tey lesandi ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur.
Landsstýrismaðurin gjørdi av, at velja somu uttanhýsis limir aftur í stýrið. Hetta serliga fyri at tryggja kontinuitet, nú Fróðskaparsetrið er skipað við nýggjum bygnaði aftaná samanleggingina av Fróðskaparsetri, Læraraskúla og Sjúkrarøktarfrøðiskúla. Nýggir limir í stýrinum eru tey, ið eru vald eftir tilmæli frá starvsfólkum og lesandi á Fróðskaparsetrinum.
Landsstýrismaðurin hevur valt hesi uttanhýsis í stýrið:
Herálvur Joensen, cand.jur., deildarstjóri.
Varalimur: Kristianna Sjóvará, cand. mag, ráðgevi.
Jan Mortensen, cand.polyt., stjóri í FT Samskifti.
Varalimur: Marita Rasmussen, fiskivinnukandidatur, stjóri í Vinnuhúsinum.
Tove Bull, professari, fyrrverandi rektari, Universitetet i Tromsø.
Varalimur: þorsteinn Gunnarsson, fyrrverandi rektari, Ph.D., Háskólinn á Akureyri.
Juanna S. Joensen, cand.scient.oecon., PhD, assistant professor Stockholm School of Economics.
Varalimur: Magni Mohr, cand.scient., Ph.D., ítróttargranskari.
Eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum, hevur landsstýrismaðurin valt hesi í stýrið.
Fyri starvsfólkini:
Gestur Hovgaard, PhD., lektari.
Varalimur: Elisabeth Holm, altjóða samskipari.
Sára Joensen, deildarskrivari.
Varalimur: Svein-Ole Mikalsen, ph.d. professari.
Fyri tey lesandi:
Birna Gaard, lesandi.
Varalimur: Vibeke á Botni, lesandi.
Stýrið velur formann og næstformann millum teir uttanhýsis limir, sum landsstýrismaðurin hevur tilnevnt.
Valskeiðið er 4 ár, men fyri tey lesandi er skeiðið 1 ár. Stýrið tók við 1. januar 2013.