Nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum tók við 1. januar, hevur skipað seg. Á fyrsta fundinum, sum var í Mentamálaráðnum 31. januar, skipaði stýrið seg við Ólavi Ellefsen, stjóra, sum formanni og Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, sum næstforkvinnu.
Áðrenn stýrisfundin í Mentamálaráðnum nýtti Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, høvi at kunna stýrið um útbúgvingarpolitisku ætlanirnar hjá landsstýrinum. Landsstýriskvinnan vísti á, at menning av útbúgvingarøkinum er lykilin til burðardyggan vøkstur í Føroyum, tí við einum nøktandi útboði av útbúgvingum velja ung fólk í størri mun at nema sær útbúgving og seta búgv í Føroyum fram um at fara uttanlands.
Valskeiðið hjá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya er fýra ár. Í stýrinum, sum er evsti myndugleiki Fróðskaparsetursins, sita sjey limir. Landsstýriskvinnan velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi velja ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Tey lesandi velja nýggjan lim á hvørjum ári. Limirnir uttaneftir skulu hava univesitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu til samans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu til samans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.
Í nýggja stýrinum eru Ólavur Ellefsen, stjóri, sum er formaður, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum er næstforkvinna, Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet, Guðrún Nordal, stjóri á Stofnun Árna Magnússonar, Reykjavík, Gestur Hovgaard, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, Svein-Ole Mikalsen, professari á Náttúruvísindadeildini og Silja Aldudóttir, MA-lesandi á Føroyamálsdeildini, sum er umboð teirra lesandi.
Varalimir í stýrinum eru Heidi Poulsen, arkitektur, Hans Pauli Strøm, sosiologur, Martin Zachariasen, dekanur, Syddansk Universitet, Guðrun Gaard, ph.d. í føroyskum, Sára Joensen, deildarskrivari á Føroyamálsdeildini, Hans Harryson, námslektari á Námsvísindadeildini og Emil Hermansen, løgfrøðilesandi á Søgu- og samfelagsdeildini, sum er varalimur fyri tey lesandi.
Mynd: Landsstýriskvinnan saman við limum og varalimum í nýggja stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya.