20.02.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Stuðul til yrkisleiklist - endurlýsing

Mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til yrkisleiklist fyri 2012. Lýst varð við freist 15. desember 2011, men av tí at játtan enn er tøk, verður lýst av nýggjum.

Umsóknarblað og vegleiðing eru at finna á heimasíðu Mentamálaráðsins her ella kunnu fáast við at venda sær til Mentamálaráðið. Freistin at søkja um stuðul er hósdagin 2. apríl 2012.

Viðvíkjandi treytum og møguleikum fyri stuðli verður víst til løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. og kunngerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist v.m.

Umsóknir skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn