17.10.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

STUÐUL TIL YRKISLEIKLIST 2013

Mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til yrkisleiklist fyri 2013.

Umsóknarblað og vegleiðing eru at finna á heimasíðu Mentamálaráðsins: www.mmr.fo undir ”Oyðubløð” ella kunnu fáast við at venda sær til Mentamálaráðið.

Freistin at søkja um stuðul er 15. desember 2012.

Viðvíkjandi treytum og møguleikum fyri stuðli verður víst til løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. og kunngerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist v.m.

Umsóknir skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn

GG! Stuðul verður latin treytað av, at játtan verður tøk til endamálið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2013.