09.10.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

STUÐUL TIL MENTANARSØGULIG SKIP

STUÐUL TIL MENTANARSØGULIG SKIP

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur gjørt av, hvussu árligi stuðulin til mentanarsøgulig skip verður býttur millum útreiðslur í sambandi við átekningar, umvælingarstuðul og rakstrarstuðul.

Stuðulin til mentanarsøguligu skipini í 2013 er kr. 400.000. Hetta er fyrsta árið, at høvi verður hjá mentanarsøguligum skipum at søkja um stuðul til umvæling og rakstur. Løgtingið samtykti í vár løgtingslóg um stuðul til mentanarsøgulig skip, og í summar var kunngerð lýst, ið ásetur reglur fyri, hvør kann søkja um stuðul, og hvussu stuðulin verður býttur. Í kunngerðini verður ásett, at landsstýrismaðurin í mentamálum ásetur býtið av stuðlinum eftir tilmæli frá Søvnum Landsins. Í ár hevur landsstýrismaðurin eftir tilmæli gjørt av, at meginparturin, kr. 370.000, verður rakstrarstuðul, meðan kr. 30.000 verða settar av til útreiðslur í sambandi við átekningar.

Tað eru Søvn Landsins, ið umsita stuðulin til mentanarsøgulig skip. Freistin at søkja um stuðul í ár er sett til 1. november 2013. Umsóknir skulu sendast Søvnum Landsins. Nærri kunning um átekning og stuðul til mentanarsøgulig skip fæst á www.savn.fo.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at mentanarsøguligu skipini hava stóran týdning fyri okkara vinnusøgu, og við tað, at tað er fíggjarliga tungt at reka hesi skip, fegnast hann um, at landið, við lógini um stuðul til mentanarsøgulig skip, kann verða við til at stuðla teimum sjálvbodnu kreftunum, ið virka fyri at hava hesi skipini siglandi.