27.01.2017 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Stuðul til mentan, myndlist og børn/ung 2017

Stuðul til mentan, myndlist og børn/ung 2017

Nú ber til at søkja um stuðul frá Mentamálaráðnum til mentanartiltøk, myndlist og barna- og ungdómsarbeiði.

Á fíggjarlógini eru 720.000 krónur settar av til mentanarlig tiltøk, 100.000 eru settar av til myndlistafólk, og umvegis sp/f Ítróttarvedding vóru í fjør játtaðar kr. 2.023.000 til barna- og ungdómsarbeiði. Enn er ikki greitt, hvussu stór upphædding frá sp/f Ítróttavedding til barna- og ungdómsarbeiði verður í ár.

Landsstýriskvinnan hevur gjørt av at raðfesta ein part av hesi játtan til verkætlanir og tiltøk, ið hava við málmenning hjá børum og ungum at gera.

Freistin at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk og stuðul til myndlistafólk er 15. mars, og freistin at søkja um stuðul til barna- og ungdómsarbeiði er 15. apríl. Tey, sum vilja søkja um stuðul, skulu brúka serstakt umsóknarblað, sum er á heimasíðuni www.mmr.fo. Sí lýsing.

Hesar stuðulsjáttanir eru ikki til bóka- og fløguútgávur. Umsóknir um stuðul til slíka útgávu skulu sendast til Mentanargrunn Landsins.