22.12.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Stuðul til film

Játtan er sett av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til film. Stuðulin verður játtaður til einstaklingar, bólkar ella feløg. Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir søgu- og hugskotsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Játtanin er kr. 700.000. Mentamálaráðið tilskilar sær rætt til ikki at luta alla játtanina út í hesum umfari. Um so er, verður eitt umsóknarumfar lýst seinni í ár. Freistin at søkja er 2. februar 2015

Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarblað við vegleiðing er at finna á heimasíðu okkara: www.mmr.fo ella kann fáast við at venda sær til:

Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279 - 110 Tórshavn
Telefon 30 65 00 – Telefax 30 65 55
e-postur.: mmr@mmr.fo