Stuðul til barna- og ungdómsarbeiði - málmenning hjá børnum
Mentamálaráðið lýsir við hesum eitt eyka stuðulsumfar til barna- og ungdómsarbeiði, og lýst verður serliga eftir umsóknum, sum snúgva seg um málmenning hjá børnum.
Mentamálaráðið fær á hvørjum ári gjøgnum sp/f Ítróttarvedding 15% av veddingarpengunum at býta út til barna- og ungdómsarbeiði. Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur í 2017 raðfest málmenning hjá børnum og ynskir at raðfesta málmenning í hesum eyka stuðulsumfari. Tøka játtanin er 600 tús. kr.
Freistin at søkja er 20. august 2017.
Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið.
Umsóknarbløð og vegleiðingar eru at finna á heimasíðu okkara: http://www.mmr.fo/oydublod/mentan-og-list/ ella kunnu fáast við at venda sær til: Mentamálaráðið - Postrúm 3279 - 110 Tórshavn - Telefon 30 65 00 – E-postur.: mmr@mmr.fo