Tað var eitt av evnunum til umrøðu undir vitjanini hjá danska uttanríkisráðharranum í Føroyum. Jenis av Rana og Jeppe Kofod hava millum annað umrøtt ynskið hjá landsstýrinum um størri uttanríkispolitiskt rásarúm, herundir innlit í og ávirkan á øll viðkomandi uttanríkis- og verjupolitisk mál.
“Á heimspolitiska pallinum hendir nógv í løtuni, og tað er umráðandi, at vit í størri mun enn fyrr hava møguleika at gera vart við okkum. Fortreytirnar fyri hesum eru nøktandi innlit og ávirkan og eisini rúmari uttanríkispolitiskar heimildir,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
Danski uttanríkisráðharrin kom til Føroya mikudagin og fór til Danmarkar aftur í gjár. Umframt fundin við landsstýrismannin í uttanríkismálum hitti hann uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. Eisini vitjaði hann Vinnuhúsið, Listasavn Føroya og Glasir.
“Eg eri sannførdur um, at vit fáa eitt gott og konstruktivt samstarv við donsku stjórnina um, hvussu vit styrkja altjóða leiklutin hjá Føroyum næstu árini við tí fyri eyga betur at kunna røkja okkara uttanríkispolitisku áhugamál,” sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum í sambandi við vitjanina.
Niðanfyri eru myndir frá vitjanini.
Á Listasavni Føroya
Á Glasi