07.03.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Støðan í Ukraina fær avleiðingar fyri samstarvið í Arktiska Ráðnum
Í felags tíðindskrivi fordøma limalondini í Arktiska Ráðnum russisku innrásina í Ukraina, og boða harumframt frá at alt millumtjóða fundarvirksemi steðgar fyribils, og ímeðan ein loysn verður fyrireikað til hvussu Arktiska Ráðið kann halda áfram.
Russland hevur fram til 2023 formansskapin í Arktiska ráðnum.
Føroyska støðan er at standa saman við samstarvsfeløgum, um tey átøk, sum semja er um at seta í verk móti Russland, men eisini at virka fyri at Arktiska Ráðið aftur verður virkisført skjótast gjørligt.